Prísuppskot:2.850.000
Seinasta boð*2.450.000
197 563 2 4 1970
At keypa eina ogn

Tað er ómetaliga spennandi at fara í holt við at keypa bústað. Mong viðurskifti eru at kanna. Samstundis er tað at keypa eina fasta ogn fyri flestøll tann størsta fíggjarliga íløgan yvirhøvur. Tí eru nógvar avgerðir at taka støðu til, áðrenn tú velur. Serliga um tað er fyrstu ferð, tú keypir bústað.
 
Avleiðingarnar røkka mong ár í framtíðina – bæði fíggjarliga og persónliga. Tey fæstu hava drúgvar royndir við at keypa bústað, og fyri at sleppa undan dýrum lærupeningi, er ofta tørvur á álítandi ráðgeving. Hjá Skyn hava vit rætta førleikan og røttu royndirnar til at ráðgeva tær.

 

Áðrenn tú kanst bjóða upp á eina ogn, er neyðugt, at tú veitst, hvat tú hevur ráð at seta teg fyri. Tá tú skalt keypa hús, mást tú leggja eina eftirfarandi fíggjarætlan. Tak eisini hædd fyri, at summar útreiðslur møguliga broytast við nýggjum bústaði, t.d. SEV, olja, trygging – samstundis sum rentustuðulin kanska eisini broytist. 
 
Eitt er hvat eini hús kosta, annað er hvussu stórur tín lánstørvur er, og hvussu langa afturgjaldstíð og mánaðarligt gjald tú vilt seta teg fyri. 

 

Hetta kanst tú ráðføra teg um hjá tínum kundaráðgeva.