Boðgeving

Stóra avgerðin er tikin. Tit hava áhuga í einari ogn og eru til reiðar at bjóða. 

Fyri at alt skal fara skynsamt fram, er týdningarmikið, at tit seta tykkum væl inn í, hvussu boðgeving fer fram. Niðanfyri er kunning og treytir. 

Góða eydnu!

Mannagongd fyri boðgeving:

 

  1. Boðseðil skal latast Skyn, sum síðani kunnar seljaran um boðið.
  2. Boðgevi kann ikki bjóða við tí treyt, at seljari skal svara innan minni enn 48 gerandistímar.
  3. Skyn kunnar aðrar boðgevarar um verandi boð upp á ognina og um møgulig fyrivarni.   
  4. Boðið skal innihalda matrikulnummar og adressu hjá ognini, boðupphædd, umframt navn, bústað, teldupostadressu og telefonnummar hjá boðgevanum.
  5. Skal eitt boð verða góðtikið, skal Skyn hava fíggjarváttan frá peningastovni fyri, at fígging er tøk.

 

 

Týdningarmikil avtalurættarlig viðurskifti:

  1. Um seljari ikki hevur tikið av einum boði um keyp, kann keypari taka aftur sítt boð við at geva seljara fráboðan um hetta.
  2. Tá ið eitt boð er sent Skyn, og seljari hevur góðtikið boðið, er keypsavtala gjørd. Keypari kann undir ávísum treytum iðra keypsavtaluna sambært reglunum í kapitul 2 ella 3 í løgtingslóg nr. 137 frá 6. oktober 2011 um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a.
  3. Seljari kann frítt velja og vraka ímillum øll innkomin boð. Seljari hevur ikki skyldu at taka við hægsta boði.
  4. Býður seljari boðgeva ognina fyri aðra upphædd enn hana, sum boðin er, verður hetta roknað sum, at seljari ikki tekur av upprunaliga boðnum. Samstundis er hetta at rokna sum nýtt bindandi tilboð frá seljara.