Húsaskoðan og ognarskiftistrygging

Hvat er ein húsaskoðan?
Ein húsaskoðan er í stuttum ein støðulýsing, sum lýsir støðuna á eini ogn. 

Endamálið við skoðanini er at greiða frá, um fysiska støðan á ognini er verri enn fysiska støðan á eini aðrari samsvarandi ogn av sama aldri og slagi.

Húsaskoðanin er býtt sundur í ein part, har seljarin upplýsir um viðkomandi feilir við ognini, og ein part, har húsaskoðarin ger eina støðulýsing av ognini. 

Tað er ein fortreyt fyri at fáa eitt tilboð uppá eina ognarskiftistrygging, at ein húsaskoðan fyriliggur um ognina, og at hendan enn er galdandi. 

Vit leggja dent á, at ein húsaskoðan ikki er ein alfevnandi vissa, har alt verður kannað til botns í ognini. Húsaskoðarin kannar bara ognina fyri sjónligar feilir, og ger tískil ikki nakrar destruktivar kanningar (sum t.d. at kanna undir gólvinum ella bora hol í veggin), sum kunnu gera vart við og lýsa fjaldar feilir. 

Húsaskoðarin ger tó viðmerkingar til støðuna við skaðaeyðkennum, og um hann metir tað vera neyðugt, mælir hann til, at eitthvørt verður kannað nærri. Hetta ger húsaskoðarin, tá ið sjónligar ábendingar eru um feilir ella vanda fyri feilum, og hann ikki hevur møguleika at kanna hetta nærri. 

Hesi eru skaðaeyðkennini: 

S0 - Kosmetisk brek ella skaði

S1 - Minni álvarsom brek

S2 - Álvarsom brek

S3 - Sera álvarsom brek

KN - Kanna nærri

Vit gera vart við, at tað er sera umráðandi fyri keypara at skilja týdningin av teimum ymisku skaðaeyðkennunum, og í hvønn mun hetta kann hava ávirkan á keyparans møguleika fyri at krevja endurgjald frá seljara ella tryggingarfelagi. Fyri vanlig fólk kann tað verða sera torført at skilja eina húsaskoðan, tí mæla vit altíð til, at keypari fær ein serkønan at hjálpa sær við at greina húsaskoðanina, áðrenn man skrivar undir.

Hvat er ein ognarskiftistrygging?
Ein ognarskiftistrygging er ein trygging, sum tryggjar seljara og keypara av ognini móti ókendum feilum. Hetta merkir, at hvørki seljari ella keypari í útgangsstøði koma í eina støðu, har teir skulu rinda eina stóra peningaupphædd, tí at ognin - aftaná at hon er yvirtikin - vísir seg at vera í verri standi, enn keypari av røttum kundi roknað við. 

Ein ognarskiftistrygging er galdandi í antin 5 ella 10 ár, og kemur í staðin fyri vanligu fyrningarfreistina, sum er 20 ár. 

Vit gera vart við, at fleiri treytir skulu haldast, um so er, at seljari ynskir at brúka hesa skipan. Tú kanst tekna tryggingina beinleiðis hjá Trygd

Um tú vilt vita meira, ella tær tørvar okkara hjálp, so set teg endiliga í samband við okkum á tel. 357 400 ella á skyn@skyn.fo. Tað er heilt óbindandi.

 

 

Ráðgeving um húsaskoðan og ognarskiftistrygging

Hevur tú tørv á nærri kunning um húsaskoðan og ognarskiftistrygging? Vit í Skyn kunnu hjálpa tær. Vit hava starvsfólk við drúgvum royndum og hollari løgfrøðiligari vitan innan keyp og sølu av fastari ogn.

Vilt tú vita meira, vinaliga set teg í samband við Skyn.