Lat okkum skriva skeytið

Hevur tú brúk fyri at fáa skrivað eitt skeyti? Vit átaka okkum at skriva øll sløg av skeytum, veita ráðgeving um tørv á húsaskoðan og møguleika fyri at tekna eina ognarskiftistrygging, innfría pant, gera átekningar, skriva servituttar, avgreiða flytingar o.a.

Skyn hevur starvsfólk við drúgvum royndum og hollari løgfrøðiligari vitan innan keyp og sølu av fastari ogn, og vit hjálpa tær fegin.

Eitt skeyti er ikki bara eitt skeyti. Tað er í mongum førum einasta avtalugrundarlagið millum partarnar. Lat okkum verða tykkara trygd fyri, at alt verður avgreitt skynsamt.

Vilt tú vita meira, vinaliga set teg í samband við Skyn á tel. 357 400 ella á skyn@skyn.fo.