Ráðgeving til tín sum keypari

Umhugsar tú at keypa, men veitst ikki heilt, hvussu tú skalt bera teg at? Hjá Skyn hava vit serkøn metingarfólk, sum kunnu hjálpa tær.

Vit hava drúgvar royndir og holla løgfrøðiliga vitan um keyp og sølu av fastogn, og kunnu ráðgeva tær og umboða teg í sambandi við keypið.

Vit veita ráðgeving um tørv á húsaskoðan og møguleika fyri at tekna eina ognarskiftistrygging, innfría pant, gera átekningar, skriva servituttar, avgreiða flytingar o.a.

Lat okkum verða tykkara trygd fyri, at alt verður avgreitt skynsamt.

Vilt tú vita meira, vinaliga set teg í samband við Skyn á tel. 357 400 ella á skyn@skyn.fo.