Sethúsafígging

Tað er skilagott at tosa við bankan tíðliga í tilgongdini, tá tú umhugsar at gera eina iløgu í fasta ogn. So kanst tú sleppa undan at brúka nógva orku uppá ein dreym, sum ikki kann ganga út.

Bankin metir um, hvørjar møguleikar tú hevur, og hvat ber til hjá tær fíggjarliga. Sagt við øðrum orðum: Bankin sigur tær, hvussu nógv tú kanst lána.

Tað hevur nevniliga stóran týdning, at tú ikki hevur ov stóra skuld í mun til tína inntøku. Flestøll orka at vera sperd fíggjarliga í styttri tíð. Men yvir longri tíð gerst hetta ov tungt. 

Eini góð ráð eru, at tú gert tær nakrar tankar um, hvat tú skalt hava ráð til í gerandisdegnum. Tú skalt hava ráð at liva, tí talan er ikki um eina stutttíðaríløgu. Hetta er nógv ár fram í tíðina. Summi ynskja at hava møguleika til at ferðast, onnur ynskja okkurt annað.

Dømið er eitt lán á 2.200.000 kr,

har eginfíggingin er ávikavist. 0 kr og 10% (220.000 kr.)

 

 

 

Eginfígging ger stóran mun

Jú meira tú hevur í eginfígging ella uppsparing, minni verður samlaða lánið hjá tær. Hetta ger stóran mun, og gevur tær størri fíggarligt rásarúm.

Tað er heildin, sum telur

Sum kundi í BankNordik fært tú eina ráðgeving, sum tekur støði í tínum fíggjarviðurskiftum, og sum ger tað lætt fyri teg at taka røttu avgerðina. 

Tað snýr seg um heildina. Og við sethúsafígging hjá BankNordik gerst tú Nordik360-kundi, sum hevur betri yvirlit, stórar sparingar og nógvar ókeypis tænastur.

Vilt tú vita meira um Nordik360?