Tað er lætt at koma í gongd

Fyrsta stigið, tá tú umhugsar at selja tíni hús ella aðra fasta ogn, er at seta teg í samband við okkum fyri óbindandi ráðgeving. 

So avtala vit nær og hvar, vit hittast. Hetta vil aloftast vera á ognini sjálvari, so tað er møguligt at gera eina meting á staðnum og geva bestu ráðgevingina. Vit tosa millum annað um, hvat tað vil siga at selja eina ogn, og hvussu mannagongdirnar eru í sambandi við søluna.

Vit taka okkum av øllum

Tá vit eru samd um karmarnar, verður ein søluavtala gjørd millum teg og Skyn. Søluavtalan er ein avtala um, hvussu sølan skal fara fram á besta hátt, um prísuppskot, um framvísingar o.a. Søluavtalan er galdandi í 6 mánaðir – tó kann hon leingjast.

Vit taka okkum av øllum viðurskiftum í sambandi við sølu av føstum ognum. Vit lýsa ognina til sølu á okkara heimasíðu og øðrum miðlum.

Framvísingar og boð

Tá ið vit hava ein áhugaðan keypara, gera vit avtalu um framvísing av ognini í samráð við teg. 

Tá boð kemur inn, fært tú boð um hetta, og vit kunna aðrar áhugaðar keyparar um boðið. Vit tryggja okkum, at øll boð eru verulig, og at fígging er tøk.

Soleiðis fer handilin fram

Velur tú at taka av einum boði og harvið selja ognina, taka vit okkum av øllum tí praktiska: Vit seta okkum í samband við kundaráðgevan hjá tær í bankanum fyri at gera avtalu um tey fíggjarligu viðurskiftini. Um pant er í ognini, síggja vit til, at pantið verður avlýst. Eisini seta vit okkum í samband við peningastovnin hjá keyparanum fyri at avtala nær yvirtøkan verður, og nær keypspeningurin skal flytast. 

Tá alt hetta er komið upp á pláss, verður skeytið sent til tinglýsing, og sølan er framd.

Hví selja tína ogn ígjøgnum Skyn?

Flestøll selja fasta ogn eina ella bert fáar ferðir í lívinum. Tí er tað sera umráðandi, at sølan fer skynsamt og lógliga fram, og at tú hevur eina góða uppliving av allari søluni - bæði áðenn, ímeðan og eftir søluna. Tú skalt kenna teg tryggan í allari gongdini. Tá tú velur Skyn at røkja tíni áhugamál í bústaðarsølu, fylgja vit tær allan vegin. Soleiðis tryggja vit tær dygdartænastu í einum og hvørjum bústaðarhandli. Vel okkum, tí:

  • Vit hava álítandi og dugnalig starvsfólk
  • Vit hava løgfrøðing
  • Vit hava serkønan málsviðgera, ið tryggjar tær bestu viðgerðina av skeyti, servituttum, avgreiðslu av tinglýsing o.ø.
  • Vit eru um alt landið, og tryggja soleiðis eina einsháttaða tænastu
  • Vit leggja stóran dent á at kunna seljara og keypara í allari tilgongdini