Starvsfólk

Petur Mohr Niclasen
Petur Mohr NiclasenStjóri
Petur er løgfrøðingur við sergrein í endurgjaldsrætti innan fastogn. Petur hevur m.a. ábyrgd av byggiverkætlanum, sum Skyn er partur av, skrivar hópin av løgfrøðiligum avtalum so sum skeytir, keypsavtalur, servituttar, makaskiftisskeytir, ábyrgdarfráskrivingar v.m.. Harafturat veitir Petur løgfrøðiliga ráðgeving í sambandi við møguligt krav um endurgjald, ivamáli viðvíkjandi leigurætti, tryggingum, frámatrikulering o.ø. Petur kann við øðrum orðum sigast at vera løgfrøðiligur serfrøðingur innan keyp og sølu av fastogn í Føroyum, og kann sostatt veita tær ein løgfrøðiligan sertryggleika innan økið. +298 23 44 02petur@skyn.fo
Annika S. Johannesen
Annika S. JohannesenMálsviðgeri
Annika tekur sær av fyrireiking og avgreiðslu av skjølum, so sum skeytum, makaskiftisskeytum, ábyrgdarfráskrivingum og servituttum, avgreiðslu av tinglýsing, strikan av panti, úttøkum v.m. Harafturat hevur Annika ábyrgdina av ymiskum verkætlanum, sum Skyn er partur av. Annika hevur drúgvar royndir sum málsviðgeri. Hon er útlærd advokatskrivari og hevur eisini royndir innan bókhald. +298 23 44 03annika@skyn.fo
Petur Frank Holm
Petur Frank HolmSølu- og metingarfólk
Petur Frank er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Petur Frank ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann hevur lokið prógv sum finansøkonom. Petur Frank leggur stóran dent á at veita øllum kundum eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini. +298 23 44 01peturfrank@skyn.fo
Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. MagnussenSølu- og metingarfólk
Dánjal tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann hevur arbeitt í 28 ár sum kundaráðgevi í BankNordik og hevur í tí sambandi holla vitan innan sethúsakeyp, fígging og sýning av húsum, ið kemur bæði seljara og keypara til góða. Dánjal kann sostatt veita alla ta ráðgeving, ið kundin hevur tørv á í sambandi við keyp og sølu av fastari ogn. Dánjal leggur stóran dent á, at kundin altíð følir seg tryggan í allari søluni - bæði áðrenn, ímeðan og eftir, at heimið er selt. +298 23 44 00danjal@skyn.fo
Mia Rodmundardóttir
Mia RodmundardóttirSamskipari
Mia tekur sær av dagligu samskipanini hjá Skyn. Millum annað hevur hon ábyrgdina av kundasamskifti, at gera avtalur, savna inn viðkomandi upplýsingar og tilfar í samband við keyp og sølu, umframt at skipa fyri ymsum søluátøkum. Eisini stendur hon fyri heimasíðuni og sosialu miðlum hjá Skyn. Mia hevur lokið útbúgving innan vinnuløgfrøði á Copenhagen Business School, og hevur eitt nú arbeiðsroyndir innan bæði banka og trygging.+298 23 44 06mia@skyn.fo
Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinSølu- og metingarfólk
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05jobin@skyn.fo
Magnus Herdalur
Magnus HerdalurSølu- og metingarfólk
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini.+298 23 44 07magnus@skyn.fo
Jákup A. Olsen
Jákup A. OlsenSølu- og metingarfólk
Jákup tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Eysturoynni og í Norðoyggjum. Jákup hevur drúgvar royndir við sølu og dugir at seta kundan fremst. Hansara royndir stava frá fleiri av størru fyritøkunum í kt- og samskiftis-vinnuni í Føroyum. Hann hevur sitið í bygdarráðnum í Nes kommunu við fleiri nevndarsessum, og er útbúgvin serviceøkonomur við sergrein innan sølu. +298 23 44 04jakup@skyn.fo