Starvsfólk

Petur Mohr Niclasen
Petur Mohr Niclasen Stjóri
Petur er útbúgvin løgfrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevur m.a. ábyrgd av byggiverkætlanum, sum Skyn er partur av og kann sigast at vera løgfrøðiligur serfrøðingur innan keyp og sølu av fastogn í Føroyum. +298 23 44 02 petur@skyn.fo
Jákup A. Olsen
Jákup A. Olsen Ognarseljari
Jákup tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Eysturoynni og í Norðoyggjum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Jákup hevur drúgvar royndir við sølu og dugir at seta kundan fremst. Hansara royndir stava frá fleiri av størru fyritøkunum í kt- og samskiftis-vinnuni í Føroyum. Hann hevur sitið í bygdarráðnum í Nes kommunu við fleiri nevndarsessum, og er útbúgvin serviceøkonomur við sergrein innan sølu. +298 23 44 04 jakup@skyn.fo
Durita Nolsøe
Durita Nolsøe Ognarseljari
Durita tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Havn, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hon hevur drúgvar royndir við sølu innan ymisk øki. Durita er sera tænastusinnað og leggur stóran dent á, at kundin altíð fær bestu loysn og er væl nøgdur. +298 23 44 01 durita@skyn.fo
Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
Dánjal tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann hevur arbeitt í 28 ár sum kundaráðgevi í BankNordik og hevur í tí sambandi holla vitan innan sethúsakeyp, fígging og sýning av húsum, ið kemur bæði seljara og keypara til góða. Dánjal kann sostatt veita alla ta ráðgeving, ið kundin hevur tørv á í sambandi við keyp og sølu av fastari ogn. Dánjal leggur stóran dent á, at kundin altíð følir seg tryggan í allari søluni - bæði áðrenn, ímeðan og eftir, at heimið er selt. +298 23 44 00 danjal@skyn.fo
Annika S. Johannesen
Annika S. Johannesen Málsviðgeri
Annika tekur sær av fyrireiking og avgreiðslu av skjølum, so sum skeytum og servituttum, avgreiðslu av tinglýsing, strikan av panti v.m. Harafturat hevur Annika ábyrgdina av ymiskum verkætlanum, sum Skyn er partur av. Annika hevur drúgvar royndir sum málsviðgeri. Hon er útlærd advokatskrivari og hevur royndir innan bókhald. +298 23 44 03 annika@skyn.fo
Maria K. Thomsen
Maria K. Thomsen Samskipari
Maria samskipar gerandisdagin hjá Skyn. Hon hevur kundasamskifti, ger avtalur, savnar inn viðkomandi upplýsingar og tilfar í sambandi við keyp og sølu og tekur sær av ymsum søluátøkum. Maria er við øðrum orðum høgguslokkurin, ið fær alt at hanga saman. Hon hevur lokið prógv innan marknaðarførslubúskap á Glasi. +298 23 44 06 maria@skyn.fo