Íbúð, Karlamagnusarbreyt 7, Hoyvík

21 lyklaklárar íbúðir, ið eru millum 69 – 88 m2 til støddar (uttandura mát) + goymslurúm. Í niðastu hæddini er somuleiðis eitt stórt og rúmligt vinnuhøli á 133 m2 til støddar (uttanduramát), sum er væl egnað til mong ymisk vinnulig endamál.

 

6 endaíbúðir eystureftir hava fantastiskt útsýni eystureftir og omaneftir Karlamagnusarbreyt og út yvir Nólsoyarfjørð. 5 endaíbúðir vestureftir hava sera gott útsýni út yvir havnina og góðan sólargang vestureftir. Í flestu íbúðunum er gongd, tvey kømur, køkur og stova í einum við atgongd út á altan og eitt baðirúm.

 

Íbúðirnar eru arkitektteknaðar, og eru bygdar eftir øllum galdandi forskriftum í Føroyum, og tískil er bæði trappugongd og lyfta í bygninginum, sum ger tað sera brúkaravinarligt, bæði hjá eldri og yngri fólki at búgva í bygninginum. Íbúðirnar hava lága orkunýtslu og eru bygdar í samsvar við nýggju bygningskunngerðina, ið kom í gildi í januar 2017.

 

Íbúðirnar hava ymiskar støddir, og verða seldar fyri ein útboðsprís úr kr. 1.880 mió.

 

Stutt er til handils, skúla, barnagarð, vøggustovu, spælipláss, fótbóltsvøll v.m., og eisini er gott busssamband.

 

Tú hevur møguleika at seta teg á ein bíðilista við at ringja til okkara á tlf: 35 74 00, ella við at senda teldupost til skyn@skyn.fo.




Hvat kostar tað um mánaðin?

Hvat kostar ognin?

Uppsparing

Áramál

15 ár
20 ár
25 ár
30 ár
Mett mánaðarligt gjald, íroknað rentustuðul:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einum 1. veðrættarláni, sum verður veitt innanfyri 80% av handilsvirðinum. Restin verður fíggjað við einum 2. veðrætti yvir í mesta lagi 20 ár. Talan er um skiftandi rentu.

Bílegg eitt prát við BankNordik, og fá eina endaliga kostnaðarmeting.
Vilt tú vita meira?

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Mohr Niclassen
Petur Mohr Niclassen Stjóri
234 402 petur@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.