Sethús, Tórugøta 26C, Tórshavn

Í náttúruvakra, friðarliga og grøna økinum millum Hoydalsá og Ternurygg liggja eyðkendu, sjáldsomu og hugtakandi húsini hjá Petur Noll. Mong hava ivaleyst ofta gingið eftir hugnaligu og vælumtóktu brekkuni framvið og hugt at fagra og gandakenda garðinum við páfuglum og øðrum kríatúrum. Ognin er nakað heilt serstakt bæði innan og uttan, og í mannamunni verður ofta sipað til “Djóragarðin hjá Petur Noll”. Innan og rundan um húsini eru alskyns rúm og økir, m.a. er ein hugnalig terassa, havastova og livandi garður við smáttu. Eisini hoyrir ein stór trøð til økið. Innan eru húsini fjálgt innrættaði, og tey mongu rúmini hava hugkveikjandi og bergtakandi snið. Í ovastu hæddini er trappa/gongd, uppihaldsstova, klædnarúm og hjúnakamar við atgongd til baðirúm. Harumframt er atgongd til altan.Í miðhæddini  er durur/gongd, trappugongd, fína stova, millumstova, stóra stova, havastova við atgongd til terassu, køkur, vesi, goymslurúm og hjallur. Í niðastu hæddini er durur/gongd, vaskirúm, venjingarhøli, gongd, vesi, goymslurúm og kjallararúm.Harafturat er barr, savn, fjós og fuglahús á ognini.




Hvat kostar tað um mánaðin?

Hvat kostar ognin?

Uppsparing

Áramál

15 ár
20 ár
25 ár
30 ár
Mett mánaðarligt gjald, íroknað rentustuðul:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einum 1. veðrættarláni, sum verður veitt innanfyri 80% av handilsvirðinum. Restin verður fíggjað við einum 2. veðrætti yvir í mesta lagi 20 ár. Talan er um skiftandi rentu.

Bílegg eitt prát við BankNordik, og fá eina endaliga kostnaðarmeting.
Vilt tú vita meira?

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Mohr Niclassen
Petur Mohr Niclassen Stjóri
234 402 petur@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.