Grundøki, Heiðagøta á Argjum

Talan er um eitt forkunnugt grundstykki á 632 fermetrar í sera hugnaligum, friðarligum og vøkrum bygdarumhvørvi við framúrskarandi útsýni yvir allan Nólsoyarfjørð, Tórshavn og fjøllini norðanfyri. Rættiliga veðurgott er uppi á Borg; Argjahamar lívir væl fyri útsynningi.

Úr hesum forkunnuga umhvørvi tekur tað bert fimm minuttir at koyra heim í miðbýin.

Grundøkið má frámatrikulerast, áðrenn ognin kann yvirtakast. Frábýtið er latið matrikkulstovuni. Seljari letur vendipláss/parkeringspláss grava út.

Grundøkið liggur í A1 øki í byggisamtyktini hjá Tórshavnar Kommunu. Byggisamtyktin kann lesast her: https://www.torshavn.fo/get.file?ID=2889.




Brúk fyri hjálp?

Hvat kostar tað um mánaðin?

Hvat kostar ognin?

Uppsparing

Áramál

15 ár
20 ár
25 ár
30 ár
Mett mánaðarligt gjald, íroknað rentustuðul:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einum 1. veðrættarláni, sum verður veitt innanfyri 80% av handilsvirðinum. Restin verður fíggjað við einum 2. veðrætti yvir 15 ár. Talan er um skiftandi rentu.

Bílegg eitt prát við BankNordik, og fá eina endaliga kostnaðarmeting.
Vilt tú vita meira?

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.