Vælgoymd perla mitt í hjartanum í Havn. Húsini liggja í sera friðarligum og veðurgóðum umhvørvi við plantasjuna, Gundadal og miðbýin. Húsini blivu høvuðsumvæld í 1991. Hugnaligu arkitektteknaðu sethúsini eru í trimum hæddum og eru innrættað soleiðis: í niðastu hæddini er inngongd/gongd/trappugongd, tvey kømur, baðirúm, vaskikjallari og fýrrúm/kjallararúm. Í miðhæddini er trappugongd, stór stova og køkur í einum, kovi, gongd, tvey kømur og baðirúm. Í ovastu hæddini er trappugongd, stova og tvey kømur. Kring húsini eru fleiri sólkrókar/terassur og urtagarður. Harumframt er parkeringspláss. Húsini liggja tætt við allar hugsandi hentleikar.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.