Neyst, matr.nr. 10h Hvalvík, Hvalvík

Talan er um eitt av samanbygdu neystunum í Hvalvík, ið standa á leigugrund. Neystið er í tveimum hæddum, og eru fimm sovipláss í erva.  Í erva er garasja við trappuniðurgongd, gongd/køkur/stova í einum, kamar og baðirúm. Í neðra er bátapláss við spæli, vogni og drátti. Neystið liggur væl fyri við endan á blindum vegi og við góðum útsýni yvir fjørðin. Í neystinum stendur eisini ein glastrevja bátur, ið er bygdur í 1978. Báturin er av merkinum Storebro Biscay frá 1978 við bygginummari 2638. Frámerkið er Skúvanes TN511. Báturin varð høvuðsumvældur í 2001, og eru eitt nú báðir motorarnir skiftir í 2002. Nýggju motorarnir eru av merkinum Volvo Penta 200 HK 2002, Tamd 41 A. Eisini bleiv septiktangi, køliskáp, vesi, gassapparat (3 stk.), heittvatnstangi og pressending skift. Báturin vigar 5,5 bruttotons. Hann er 3,2 metrar breiður og 9,3 metrar langur. Dýpdin er 0,95 metrar. Báturin hevur sjálvstýrara, bovpropell, trimplan, landstreym, heittvatn inni og úti, el-akkersspæl, invertara, GPS, radara, VHF-DSC við MMSI nr. 231743000. Eisini er bjargingarbátur við plássi til seks persónar. Annars kann viðmerkjast, at ein sergjørdur vognur at flyta bátin í er við í søluni.  

Neyst og bátur verða seld saman.




Hvat kostar tað um mánaðin?

Hvat kostar ognin?

Uppsparing

Áramál

15 ár
20 ár
25 ár
30 ár
Mett mánaðarligt gjald, íroknað rentustuðul:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einum 1. veðrættarláni, sum verður veitt innanfyri 80% av handilsvirðinum. Restin verður fíggjað við einum 2. veðrætti yvir í mesta lagi 20 ár. Talan er um skiftandi rentu.

Bílegg eitt prát við BankNordik, og fá eina endaliga kostnaðarmeting.
Vilt tú vita meira?

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.