Talan er um eini sera hugnalig sethús, umframt eitt grundøki, ið hoyrir til ognina. Húsini liggja í náttúruvakrum, friðarligum og barnavinarligum umhvørvi í Hvalvík í góðum grannlagi. Húsini eru í trimum hæddum, og ymsar dagføringar eru loypandi framdar. Á ovastu hæddini eru tvey kømur og trappugongd. Á miðhæddini eru durur/trappugongd, baðirúm og køkur og stova í einum. Í niðastu hæddini er ein stórur kjallari. Eisini er ein hjallur niðan fyri húsini, og fleiri parkeringspláss hoyra til ognina. Rundan um húsini eru fleiri grøn øki, skjótt er til handils, og skúlar, stovnar og ymisk frítíðarvirksemi er í økinum.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.