Sethús, Ennivegur 33, Fuglafjørður

Sera hugnalig og deilig sethús í Fuglafirði. Húsini eru væl hildin og hava alt sum húskinum tørvar. Húsini eru í trimum hæddum og innrættaði soleiðis: Á ovastu hæddini eru gongd, hjúnarkamar við altan, klædnarúm, baðirúm og trý stór kømur. Á miðhæddini eru durur, gongd, baðirúm, køkur og stór stova, trappa upp á ovastu hædd. Á niðastu hæddini eru vaskirúm og oljufyrsrúm og stórt kjallararúm. Húsini standa í friðarligum og náttúruvakrum øki og hava avbera vakurt útsýni. Snøggur havi er rundanum, og góðar umstøður eru at hava hønir og annað oman fyri húsini. Góð parkeringsviðuskifti eru beint við ognina og skjótt er til handils. Alskyns hentleikar eru í økinum so sum skúli, stovnar, handlar matstovur, kaffistøð og annað, og í Fuglafirði er eitt sera ríkt og fjøltáttað mentanarlív.




Hvat kostar tað um mánaðin?

Hvat kostar ognin?

Uppsparing

Áramál

15 ár
20 ár
25 ár
30 ár
Mett mánaðarligt gjald, íroknað rentustuðul:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einum 1. veðrættarláni, sum verður veitt innanfyri 80% av handilsvirðinum. Restin verður fíggjað við einum 2. veðrætti yvir í mesta lagi 20 ár. Talan er um skiftandi rentu.

Bílegg eitt prát við BankNordik, og fá eina endaliga kostnaðarmeting.
Vilt tú vita meira?

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredson Olsen
Jákup Alfredson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.