Seld

Sethús, Heygavegur 52, Klaksvík

Avbera hugnalig sethús í góðum standi við serstakliga góðari staðseting í Klaksvík. Húsini standa á einum stórum grundøki, ið er 694 fermetrar til støddar. Alt er gjørt rundan um húsini. Kring húsini er terrassa, flísalagt tún, stórur og hugnaligur urtagarður, og harumframt er ein hjallur. Húsini liggja í avbera góðum, barnavinarligum og hugnaligum umhvørvi beint við miðbýin við góðum sólargangi tætt við alskyns hentleikar so sum skúla, handlar, fótbóltsvøll, spælipláss o.a. Harumframt eru góð parkeringsviðurskiftir. Húsini eru í trimum hæddum. Høg reising varð gjørd á húsini í 1975. Í ovastu hæddini er stova við stórari altan, baðirúm, hjúnakamar og kamar. í miðhæddini eru gongd, stór stova við trappu upp á loft, køkur, kamar og baðirúm. Í niðastu hæddini eru køkur og stova í einum, baðirúm, stórur vaskikjallari og oljufýringsrúm. Góður møguleiki er fyri at leiga niðastu hædd út.


Húsaskoðan fyriliggur

Hvat kostar tað um mánaðin?

Hvat kostar ognin?

Uppsparing

Áramál

15 ár
20 ár
25 ár
30 ár
Mett mánaðarligt gjald, íroknað rentustuðul:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einum 1. veðrættarláni, sum verður veitt innanfyri 80% av handilsvirðinum. Restin verður fíggjað við einum 2. veðrætti yvir í mesta lagi 20 ár. Talan er um skiftandi rentu.

Bílegg eitt prát við BankNordik, og fá eina endaliga kostnaðarmeting.
Vilt tú vita meira?

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredson Olsen
Jákup Alfredson Olsen Ognarseljari
234 404 jakup@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.