Seld

Sethús, Hornavegur 20, Vestmanna

Talan er um eini sera snøgg og vælhildin hús í tveimum hæddum ovarlaga í bygdini. Húsini hava sera gott útsýni yvir bygdina og fjørðin. Ognin er staðsett beint við barnagarðin og stutt er oman til skúla og ítróttarhøllina.

Húsini eru innrættaði soleiðis. Á ovastu hæddini eru gongd/trappuniðurgongd og køkur/stova í einum. Í útbygninginum á ovaru síðuni eru inngongd/gongd, vesi, vaskirúm og trappugongd. Í niðastu hæddini eru gongd, trý kømur, baðirúm, fýrrúm og goymslurúm.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.