Seld

Sethús, á Heyggi 7, Porkeri

Talan er um eini hugnalig hús í trimum hæddum, sum standa væl fyri í  friðarligum og barnavinarligum umhvørvi við góðum útsýni yvir bygdina og fjørðin.

Húsini eru í trimum hæddum. Í ovastu hæddini eru gongd, trý kømur og vesi. Í miðhæddini eru inngongd/trappugongd, baðirúm, køkur og tvær stovur við draguhurð ímillum. Í niðastu hæddini er kjallararúm. Við síðunar av húsinum er eitt rúmligt úthús í tveimum hæddum. Úthúsið hevur verið nýtt til hjall, har hoyggjhús hevur verið í ovaru hæddini og seyðarúm í niðaru hæddini. Framman fyri húsið er garður.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Dánjal J. Magnussen
Dánjal J. Magnussen Ognarseljari
234 400 danjal@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.