Sethús, Reynstún 17, Argir

Talan er um eini rúmlig sethús í tveimum hæddum við sjálvstøðugari íbúð í niðaru hæddini. Húsini standa í barnavinarligum umhvørvi, og gott útsýni er úr ognini.

Í ovaruhæddini eru trappugongd, gongd, baðirúm, køkur og stova í einum, tvey kømur og hjúnakamar v/atgongd út á altan. Í niðaru hæddini eru durur, trappugongd, kamar, baðirúm og vaskirúm/fýrrúm. Harumframt er ein íbúð á uml. 42 fermetrar, ið er innrættað soleiðis: Durur, baðirúm, kamar og køkur/stova í einum.

Skúli, dagstovnar og fótbóltsvøllur eru tætt við og busssambandið er gott.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.