Seld

Frítíðarhús, við Klovningarstein 2, Sandur

Nýggj, serstakliga hugnalig og snøgg summarhús, sum standa í náttúruvøkrum og friðarligum øki. Stutt er oman á sermerkta sandin, og vakurt er at spáka sær eftir lágni eitt summarkvøld.

Húsini eru í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er køkur, alrúm, tvey kømur og baðirúm. Í ovaru hæddini er hemsur/uppihaldsrúm og eitt kamar. Úr alrúminum í niðaru hæddini er hurð út, har møguligt er at gera terassu, sum bindir inni- og útiøkið saman.

Siðbundnu húsini eru partur av nýggjum frítíðarøki, sum skal vera karmur um eitt hugnaligt umhvørvi. Í løtuni verður spælipláss bygt í økinum.  Umframt hugnaliga øki er vegasambandið til Sands gott og stutt er eisini at ganga til handils ella til aðrar tænastur í bygdini.

G.G.: Innandura myndirnar eru av einum líknandi summarhúsi við Klovningarstein. 

 




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Susan Brockie
Susan Brockie Ognarseljari og samskipari
Susan samskipar gerandisdagin hjá Skyn. Hon hevur ábyrgd av kundasamskifti, ger avtalur, savnar inn viðkomandi upplýsingar og tilfar í sambandi við keyp og sølu. Eisini ger Susan ymiskt sølutilfar, hevur ábyrgd av myndaviðgerð, og tekur sær somuleiðis av ymsum søluátøkum. Susan hevur eisini ábyrgdina av fleiri verkætlanunum, sum Skyn varðar av. Hon er við øðrum orðum høgguslokkurin, ið fær alt at hanga saman. Susan er útbúgvin miðlagrafikari og er eisini í holt við at taka akademiútbúgving innan marknaðarføring og leiðslu. +298 23 44 06 susan@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.