Talan er um ein grillvogn, ið hevur sera góða staðseting miðskeiðis í býnum. Grillvognurin verður seldur sum hann er, og tískil fylgir øll innrætting og tilhoyr við í søluni, so møguligt er at reka virksemið víðari.
Vatn, el og internet er lagt til grillvognin.
Í mun til brúksrætt av lendinum, ið vognurin stendur á, á matr.nr. 496c Froðba-Tvøroyri, hevur grillvognurin vunnið hevd.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.