Talan er um eitt óplanerað grundøki, ið er 523 m2 til víddar.
Ognin hevur eina sera barnavinarliga og góða staðseting í Trongisvági við blindan veg, og tað er sera stutt til eitt nú skúla, stovn, ítróttarøki og handil. Harumframt er viðarlundin nærindis, og stutt er oman til ósan. Ein perla til barnafamiljuna.
Byggisamtyktin fyri økið er B1 – Bústaðarøki. Sí nærri kunning á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu: http://www.tvk.fo/divstovnur.asp?STID=31
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.