Seld

Grundøki, Flatnavegur 58, Norðoyri

Talan er um eitt 545 m² stórt grundøki á Norðoyri, ið er staðsett í einum friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi.

Grundøkið liggur uttast í útstykkingini og niðanfyri vegin, ið gevur eitt sera gott og ótarnað útsýni yvir fjørðin og vakra landslagið rundanum.

Talan er um eitt óútgrivið grundøki, sum gevur nýggja eigaranum góðar møguleikar at seta sín egna dám á verkætlanina. Nýggi eigarin kann sjálvur leggja til rættis staðsetingina av komandi sethúsum ella íbúðum, í samsvari við galdandi byggisamtykt.

Sambært byggisamtyktini hjá Klaksvíkar kommunu liggur grundøkið í A1-øki, ið er ætlað til blandað íbúðar- og vinnuendamál.

Meira kunning um byggisamtyktina fæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu:
https://www.klaksvik.fo/vegleiding-til-byggisamtykt




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen

Jákup Alfredsson Olsen

Ognarseljari

234 404

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.