Talan er um eitt grundøki á Norðoyri, ið er 545 m2 til víddar, og er staðsett í einum friðarligum og náttúruvøksum umhvørvi.
Grundøkið er uttast, niðanfyri vegin uttast, og sera gott útsyni er yvir fjørðin og landslagið.
Byggisamtyktin fyri økið er A1 í Klaksvíkar Kommunu. Sí nærri kunning um byggisamtyktina á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu: https://www.klaksvik.fo/vegleiding-til-byggisamtykt
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.