Talan er um eitt stórt og áhugavert grundøki, ið hevur fantastiskt panoramaútsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð. Grundøkið er staðsett í nátturuvøkrum býlingi tætt við viðarlundina uppi í Kerjum.
Grundøkið hevur matr. nr. 1228d Tórshavn, er 594 fermetrar til víddar og liggur í byggiøki A1.
Eisini er serstøk byggisamtykt galdandi fyri økið. Sí nærri, við at heinta sølutilfarið ella á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.