Seld

Grundøki, Kongsgil 34, Tórshavn

Talan er um grundøki, matr. 1225b Tórshavn, sum er 547 fermetrar til støddar. Grundøkið liggur sera væl fyri í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi við viðarlundina uppi í Kerjum. Av stykkinum er einastandandi útsýni yvir Havnina. Stutt er til allar hugsandi hentleikar, og skjótt er at spáka sær oman í býin.

Tekningar kunnu fylgja við søluni. Byggjast kann í samsvari við galdandi byggisamtykt fyri økið og er talan um A1 øki. 

Sí leinkju til byggisamtyktina her: https://www.torshavn.fo/get.file?ID=2889




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Susan Brockie
Susan Brockie Ognarseljari og samskipari
Susan samskipar gerandisdagin hjá Skyn. Hon hevur ábyrgd av kundasamskifti, ger avtalur, savnar inn viðkomandi upplýsingar og tilfar í sambandi við keyp og sølu. Eisini ger Susan ymiskt sølutilfar, hevur ábyrgd av myndaviðgerð, og tekur sær somuleiðis av ymsum søluátøkum. Susan hevur eisini ábyrgdina av fleiri verkætlanunum, sum Skyn varðar av. Hon er við øðrum orðum høgguslokkurin, ið fær alt at hanga saman. Susan er útbúgvin miðlagrafikari og er eisini í holt við at taka akademiútbúgving innan marknaðarføring og leiðslu. +298 23 44 06 susan@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.