Talan er um eitt byggibúgvið grundøki í nýggju útstykkingini við Lýðarsveg á Toftum.
Stykkið, ið er 645 m2 til støddar, liggur sera væl fyri niðan fyri vegin við sera góðum útsýni yvir bygdina og fjørðin.
Grundøkið er staðsett í einum friðarligum, barnavinarligum og náttúruvøkrum umhvørvi, og stutt er til alskyns hentleikar.
Sambært almennu byggisamtyktini fyri Nes Kommunu liggur grundøkið í øki B. Leinkja til byggisamtykt hjá Nes Kommunu: http://nes.fo/wp-content/uploads/2017/06/byggisamtykt-tekstur-sum-pdf..pdf
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.