Grundøki, Marknagilsvegur 26, Tórshavn

Grundøki við sera góðari staðseting og góðum útsýni. Talan er um matr. nr. 1225m Tórshavn – Marknagilsvegur 26, 100 Tórshavn. Stykkið er 503 fermetrar til víddar, og harumframt hoyrir 1/14 partur av matr. nr. 1225a Tórshavn við til ognina. Matr. nr. 1225a Tórshavn er lagt út til fríøkið.

Fyri at tryggja, at komandi eigari av ognini hevur útsýni, verður ein servituttur viðvíkjandi hæddarkvotu tinglýstur á matr. nr. 1225n Tórshavn, soleiðis at eigari av matr. nr. 1225n Tórshavn ikki kann byggja hægri hús á ognina enn í einari hædd við reising uppá hægst 28 stig, roknað frá lægsta punkti á veghædd í erva.

Serstøk byggisamtykt er fyri økið, og kann ein komandi eigari av matr. nr. 1225m Tórshavn byggja sethús í tveimum hæddum við lágari reising, um man leggur húsið í neðra. Byggihæddin er annars 6,60 metrar í hædd. Hetta verður tinglýst á sum ein avmarking.

Bilhúsið í ovara enda av stykkinum verður tikið niður, tá ið stykkið er selt. Keypari kann áseta freist hesum viðvíkjandi.

Stutt er oman í miðbýin, út til Glasir, skúlar, handlar og aðrar stovnar, og eisini er gott busssamband.




Brúk fyri hjálp?

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Mohr Niclassen
Petur Mohr Niclassen Stjóri
234 402 petur@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.