Seld

Grundøki, matr.nr. 18d, Mikladalur

Talan er um eitt 517 m² stórt grundøki í Mikladali, eisini nevnt Uppi á Deild. Grundøkið liggur í einum friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi við útsýni yvir fjørðin og stórsligna landslagið. 

 
Grundøkið er óútgrivið og gevur góðar møguleikar at seta sín egna dám á komandi bygging, innan karmarnar í galdandi byggisamtykt. Mikladalur er ein hugnalig bygd á Kalsoy, kend fyri sína serstøku náttúru og søgnina um Kópakonuna, sum eisini er at síggja sum standmynd niðri við sjóvarmálan. 
 
Sambært byggisamtyktini hjá Klaksvíkar kommunu liggur grundøkið í A26-øki, ætlað til blandað íbúðar- og vinnuendamál. 
 
Stykkið er ikki víddarroknað, men ein vegleiðandi uppmáting sambært kortal.fo er á umleið 517 m2.



Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jákup Alfredsson Olsen

Jákup Alfredsson Olsen

Ognarseljari

234 404

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.