Grundøkið hevur frálíkt útsýni og er staðsett við blindan veg í einum nýggjum býlingi í Havn.
Talan er um eitt virkið nýbyggjaraøki við fleiri barnafamiljum. Umhvørvi er náttúruvakurt, og stutt er til alskyns hentleikar í býnum, og eisini er eitt felagsøki í grannalagnum.
Grundøkið er 442 m2 til víddar og allar leiðingar liggja framvið stykkinum. Tekningar fyriliggja.
Byggisamtyktin fyri økið er A1 – bústaðarøki. Tó er serstøk byggisamtykt galdandi fyri matr.nr. 1345a, 1346a og 1347a við Villingardalsvegin, Tórshavn. Sí nærri kunning um byggisamtyktina á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.