Hugnaliga íbúðin, sum er á ovaru hæddini, er íalt 51 fermetrar til støddar og liggur í friðarligum og vælumtóktum umhvørvi við vælvirkandi eigarafelagi.
Íbúðin er innrættað við duri, baðirúmi, køki og stovu í einum og rúmligum kamari. Til íbúðina er eitt ovastaloft og úthús á uml. 5 fermetrar.
Spælipláss er beint við og parkeringsviðurskiftini eru góð. Stutt er til handils og eisini er gott busssamband.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.