Seld

Íbúð, Blómubrekka 10, Tórshavn

Talan er um hugnaliga og væl innrættaða íbúð við frálíkum útsýni. Íbúðin er  í væl dámda býlinginum í Blómubrekku.

Í íbúðini eru durur, vásarúm, tvey kømur, baðirúm, køkur og stova í einum v/atgongd út á rúmliga altan. 

Íbúðin liggur í góðum og barnavinarligum grannalagi í hugnaligum umhvørvi tætt við bakarí, venjingarmiðstøð, barnagarð, skúla, handil, Tórsbreyt og Norðurlandahúsið. Fleiri felagsøki, umframt parkeringsøki eru til býlingin. Eisini er gott busssamband.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Susan Brockie
Susan Brockie Ognarseljari og samskipari
Susan samskipar gerandisdagin hjá Skyn. Hon hevur ábyrgd av kundasamskifti, ger avtalur, savnar inn viðkomandi upplýsingar og tilfar í sambandi við keyp og sølu. Eisini ger Susan ymiskt sølutilfar, hevur ábyrgd av myndaviðgerð, og tekur sær somuleiðis av ymsum søluátøkum. Susan hevur eisini ábyrgdina av fleiri verkætlanunum, sum Skyn varðar av. Hon er við øðrum orðum høgguslokkurin, ið fær alt at hanga saman. Susan er útbúgvin miðlagrafikari og er eisini í holt við at taka akademiútbúgving innan marknaðarføring og leiðslu. +298 23 44 06 susan@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.