Seld

Íbúð, Blómubrekka 126, Tórshavn

Sera snøgg og vælhildin íbúð við nakað av útsýni í vælumtókta býlinginum í Blómubrekku í Tórshavn. Ognin liggur í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, og skjótt er við bili, bussi ella til gongu til alskyns hentleikar.

Bakarí liggur beint við, og skjótt er at leggja sær leiðina oman í Gundadal, har matvøruhandil, Tórsbreyt, Norðurlandahúsið, dansihøll, venjingarmiðstøð,  svimjihylur og nógv annað er. Busssambandið er sera gott, og høvuðsvegir, síðuvegir og gongugøtur binda teir ymisku býlingarnar í økinum saman.

Í íbúðini, sum er á niðaru hædd, er: durur/gongd, køkur/stova í einum v/atgongd út á útigólv, tvey kømur og baðirúm. Til íbúðina hoyrir ein hjallur og eitt goymslurúm.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.