Íbúð, Djóna í Geil gøta 42, íbúð 5, Tórshavn

Hugnalig íbúð í samogn við sera góðari staðseting í Eysturbýnum. Ljósa og væl innrættaða íbúðin er í niðastu hædd og úr ognini er nakað av útsýni. Í íbúðini eru tvey kømur, stova og køkur í einum, baðirúm og durur.

Góð parkeringsviðurskifti eru kring ognina, umframt at busssambandið er gott. Stutt er at spáka oman í býin, til handils, skúla, barnagarð og aðrar hentleikar.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Susan Brockie
Susan Brockie Ognarseljari og samskipari
Susan samskipar gerandisdagin hjá Skyn. Hon hevur ábyrgd av kundasamskifti, ger avtalur, savnar inn viðkomandi upplýsingar og tilfar í sambandi við keyp og sølu. Eisini ger Susan ymiskt sølutilfar, hevur ábyrgd av myndaviðgerð, og tekur sær somuleiðis av ymsum søluátøkum. Susan hevur eisini ábyrgdina av fleiri verkætlanunum, sum Skyn varðar av. Hon er við øðrum orðum høgguslokkurin, ið fær alt at hanga saman. Susan er útbúgvin miðlagrafikari og er eisini í holt við at taka akademiútbúgving innan marknaðarføring og leiðslu. +298 23 44 06 susan@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.