Seld

Íbúð, Heimasta Horn 30.4.3, Tórshavn

Stásilig og rúmlig penthouse íbúð á 4. hædd á Heimasta Horn. Úr snøggu og rúmligu íbúðini er avbera vakurt útsýni.

Í íbúðini eru durur, baðirúm, vaskirúm, trý kømur og køkur og stór stova v/ atgongd út á altan. Eisini hoyrir eitt rúmligt goymslurúm til, og lyfta er í bygninginum.

Alskyns hentleikar eru tætt við so sum miðnámsskúli, fólkaskúli, ansingarstovnar og handlar, og við útbygda vegakervinum er skjótt at leggja leiðina út á Argir ella oman í miðbýin.

Til ognina hoyrir eitt parkeringspláss, og annars eru góð parkeringsviðurskifti til vitjandi, og hartil er busssambandið gott. Kring ognina er vøkur náttúra, har gylt høvi er at spáka sær ein túr fram við Sandá.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Susan Brockie
Susan Brockie Ognarseljari og samskipari
Susan samskipar gerandisdagin hjá Skyn. Hon hevur ábyrgd av kundasamskifti, ger avtalur, savnar inn viðkomandi upplýsingar og tilfar í sambandi við keyp og sølu. Eisini ger Susan ymiskt sølutilfar, hevur ábyrgd av myndaviðgerð, og tekur sær somuleiðis av ymsum søluátøkum. Susan hevur eisini ábyrgdina av fleiri verkætlanunum, sum Skyn varðar av. Hon er við øðrum orðum høgguslokkurin, ið fær alt at hanga saman. Susan er útbúgvin miðlagrafikari og er eisini í holt við at taka akademiútbúgving innan marknaðarføring og leiðslu. +298 23 44 06 susan@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.