Stásilig og rúmlig penthouse íbúð á 4. hædd á Heimasta Horn. Úr snøggu og rúmligu íbúðini er avbera vakurt útsýni.
Alskyns hentleikar eru tætt við so sum miðnámsskúli, fólkaskúli, ansingarstovnar og handlar, og við útbygda vegakervinum er skjótt at leggja leiðina út á Argir ella oman í miðbýin.
Í íbúðini eru durur, baðirúm, vaskirúm, tvey kømur og køkur og stór stova v/atgongd út á altan. Eisini hoyrir eitt goymslurúm á 10m2 til, og lyfta er í bygninginum.
Til ognina hoyrir eitt parkeringspláss, og annars eru góð parkeringsviðurskifti til vitjandi, og hartil er busssambandið gott. Kring ognina er vøkur náttúra, har gylt høvi er at spáka sær ein túr fram við Sandá.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.