Snøgg og ljós íbúð við avbera góðum útsýni. Íbúðin liggur væl fyri; tætt við skúlar, stovnar, handlar og ítróttarøki.
Íbúðin er innrættað soleiðis: Durur/gongd, baðirúm, køkur og stova í einum við atgongd út á felags altan og 2 kømur.
Til íbúðina er eisini eitt gott goymslurúm.
Frá ognini er, sum sagt, stutt til alskyns henleikar, eins og busssambandið í økinum er gott.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.