Seld

Íbúð, Karlamagnusarbreyt 36C, Hoyvík

Nærum liðug íbúð, har keypari sjálvur hevur møguleika at gera íbúðina lidna og soleiðis seta sín egna dám á.

Íbúðin er innrættað sum raðhús og er í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er durur, trappugongd, trý kømur, baðirúm og vaskirúm. Í ovaru hæddini er trappugongd, køkur og stova í einum við atgongd út á altan frá køkinum, grovkøkur og vesi. Harafturat er goymslurúm undir trappuni. Uttanfyri verður felags parkeringsøki og asfalterað gongubreyt verður framman fyri hvørja íbúð. Økið uttan verður gjørt liðugt.

Íbúðin er í sera barnavinarligum og mennandi umhvørvi tætt við allar hentleikar, ið ein hevur brúk fyri. Skúlar, stovnar, handlar, fótbóltsvøllur, høll og mangt annað er beint við.

Íbúðin er partur av einum íbúðarbygningi við tilsamans 7 íbúðum. Íbúðin verður væntandi klár til yvirtøku í mars 2020.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.