Íbúð, Karlamagnusarbreyt 36F, Hoyvík

Talan er um nærum lidna íbúð í tveimum hæddum, har keyparin sjálvur hevur møguleika at seta dám á og gera íbúðina lidna.

Íbúðin er innrættað sum raðhús í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini eru durur, trappugongd, trý kømur, baðirúm og vaskirúm. Í ovaru hæddini eru trappugongd, køkur og stova í einum við atgongd út á altan frá køkinum, grovkøkur og vesi. Sera góður sólargangur er á altanini. Harafturat er møguleiki at gera sær eitt goymslurúm undir trappuni. Uttanfyri verður felags parkeringsøki og asfalterað gongubreyt verður framman fyri hvørja íbúð. Økið uttanfyri verður gjørt liðugt.

Íbúðin er í mennandi umhvørvi tætt við allar hentleikar. Skúlar, stovnar, handlar, fótbóltsvøllur, høll og mangt annað er tætt við.

Íbúðin er partur av íbúðarbygningi við sjey íbúðum.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.