Íbúð, Karlamagnusarbreyt 5B, 2.2, Hoyvík

Talan er um ljósa, arkitektteknaða íbúð á 3. hædd í nýggjum íbúðarbygningi í Hoyvík við frálíkum útsýni. Íbúðin er 77 fermetrar og er innrættað við duri, gongd, stovu/køki, baðirúmi og tveimum kømurum. Atgongd er út á altan frá stovu/køki.

Íbúðarbygningurin hevur trappugongd og lyftu, sum ger tað sera brúkaravinarligt bæði hjá eldri og yngri. Íbúðin hevur eina lága orkunýtslu og er bygt í samsvar við nýggju bygningskunngerðina, ið kom í gildi í januar 2017.

Íbúðin er staðsett í barnaríkum býarparti í Hoyvík og stutt er til handils, skúla, barnagarð, vøggustovu, fótbóltsvøll v.m. Busssambandið er sera gott. Eitt goymslurúm hoyrir til íbúðina.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. Drangastein Ognarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina. +298 23 44 05 jobin@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.