Seld

Íbúð, Landavegur 94, 3.11, Tórshavn

Nýggj og snøgg nýmótans íbúð við góðum útsýni og sólargangi. Býlingurin er í rúkandi menning og í vesturbýnum eru alskyns hentleikar, so sum matvøruhandlar, dagstovnar, musikkskúli, fólkaskúli og miðnámsskúli.

Íbúðin hevur stovu og køk í einum - við útgongd á svala, ið vendir vestureftir, staðsetingin ovast í bygninginum hevur við sær sera gott útsýni og er sólargangurin góður. Tvey kømur eru í íbúðini, umframt baðirúm og dur.

Goymslurúm til íbúðina verður í kjallaranum og harafturat vásarúm til felags nýtslu. Fleiri grøn øki vera rundan um bygningin, og eisini verður ein takterassa í lon 2 og eitt felagsrúm í lon 3 til taks, sum kann nýtast til tiltøk og hátíðarløtur – sermerkt við hesari íbúð er, at hon liggur á somu hædd sum takterrassan og felagsrúmið, og er tískil sera stutt frá hurðini, um ein ynskir at njóta ein kaffimunn afturvið morgunsólini á felags takterrassuni.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Magnus Herdalur
Magnus Herdalur Ognarseljari
Magnus tekur sær av dagliga søluarbeiðinum í Suðuroy og miðstaðarøkinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Magnus er útbúgvin finansøkonom, hevur drúgvar royndir innan sølu og tænastu og hevur seinastu árini arbeitt hjá meklara í Keypmannahavn - bæði sum sølumaður og samskipari. Magnus leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at kundarnir føla seg tryggir í allari tilgongdini. +298 23 44 07 magnus@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.