Seld

Íbúð, undir Kongavarða 27.1 vm., Argir

Talan er um sera ljósa, snøgga og nútímans íbúð undir Kongavarða við góðum útsýni.

Íbúðin liggur á fyrstu hædd og hevur atgongd út á stóra og snotiliga terassu við sera góðum sólargangi. Íbúðarbygningurin hevur trappugongd og lyftu, sum ger íbúðina brúkaravinarliga bæði hjá eldri og yngri. Góð parkeringsviðurskifti eru eisini rundan um bygningin, og busssambandi er gott. Umhvørvið undir Kongavarða er sera friðarligt og barnavinarligt við fríøki og spæliplássi. Stutt er til handils, skúla, dagstovnar, ítrottarhøll og fótbóltsvøll.

Íbúðin er innrættað soleiðis: Inngongd, gongd, baðirúm, tvey kømur og køki/alrúmi/stovu við atgongd út á terrassu. Hartil er eitt goymslurúm á 2 fermetrar í kjallaranum.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Ove Vitalis
Ove Vitalis Ognarseljari og metingarmaður
Ove er knýttur at Skyn hópinum og er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Ove tekur sær av virðismetingum og sýnir ognir fram. Hann hevur drúgvar royndir innan sølu. Royndir hansara stava frá fleiri størri fyritøkum so sum olju-, flog- og samskiftisvinnuni bæði í Føroyum og uttanlands. Ove leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini. +298 22 47 47 ove@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.