Íbúð, Velbastaðvegur 18, Tórshavn

Talan er um stóra, sjálvstøðuga íbúð í niðastu hæddini í húsunum á Velbastaðvegi 18 í Tórshavn.

Eigari hevur fingið loyvi at býta ognina upp í tveir partar við samognarsáttmála, og hevur keypari av íbúð 2, soleiðis einsamallan nýtslurætt til íbúð 2.

Tað stendur soleiðis eigara av íbúð 2 frítt at selja ella á annan hátt at avhenda ognarpart sín.

Somuleiðis er fingin til vega váttan um, at fíggingarstovnar vilja fíggja íbúð 2. 

Møguleiki er fyri at víðka íbúðina við uml. 10m2, við at taka ein part av vaskirúminum / fýrrúminum. Hesum stendur keypari sjálvur fyri at innrætta.

Ognin stendur í friðarligum býarumhvørvi í góðum grannalagi.

Íbuðin er í niðastu hædd, og er soleiðis innrættað: Durur / gongd, tvey kømur, køkur, stova og baðirúm, somuleiðis er atgongd til felags vaskirúm / fýrrúm, og felagsøkið uttan.

Ognin er tætt við býin, og stutt er til allar hugsandi hentleikar. Eisini er sera gott busssamband.


Húsaskoðan fyriliggur

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Mohr Niclassen
Petur Mohr Niclassen Stjóri
234 402 petur@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.