Nýggj
ogn

Íbúðir á Fløtum

28 lyklarklárar íbúðir á Landavegnum.

Talan er um fjølbroyttar íbúðir til ymiskan tørv alt eftir stødd á húski. Í bygninginum verða smærri og størri lyklaklárar og nútímans íbúðir, sum eru úr 32 fermetrum upp í 96 fermetrar til støddar. Sum nú er, er ætlanin, at lon 1, 2 og 3 skulu húsa 80 íbúðum, og fyrstu 28 íbúðirnar (lon 1) verða eftir ætlan klárar á heysti 2020.

Íbúðirnar hava alt sum húskinum tørvar og liggja væl fyri í einum livandi býlingi, sum er í rúkandi menning. Dámliga økið, har nógv fólk hava sína dagligu gongd, er í stóran mun byrjað at mynda býin, og alskyns hentleikar eru í økinum so sum matvøruhandlar, dagstovnar, musikkskúli, fólkaskúli og miðnámsskúli, og við útbygda vegakervinum er skjótt at leggja leiðina út á Argir ella oman í miðbýin.

Allar íbúðir hava stovu og køk í einum, vesi og eitt til trý kømur. Rúmlig lyfta er í bygninginum í lon 2, og allar íbúðirnar hava einskilda altan ella terassu. Í kjallaranum er goymslurúm til hvørja íbúð og tvey vásarúm til felags nýtslu. Harumframt eru fleiri grøn øki rundan um bygningin, og eisini er ein takterassa í lon 2 og eitt felagsrúm í lon 3 til taks, sum kann nýtast til tiltøk og hátíðarløtur. 

** Í samlaða fermetratalinum eru goymslurúm, altan og felagsøki ikki íroknaði. **




Hvat kostar tað um mánaðin?

Hvat kostar ognin?

Uppsparing

Áramál

15 ár
20 ár
25 ár
30 ár
Mett mánaðarligt gjald, íroknað rentustuðul:
Útrokningin er vegleiðandi og tekur støði í einum 1. veðrættarláni, sum verður veitt innanfyri 80% av handilsvirðinum. Restin verður fíggjað við einum 2. veðrætti yvir í mesta lagi 20 ár. Talan er um skiftandi rentu.

Bílegg eitt prát við BankNordik, og fá eina endaliga kostnaðarmeting.
Vilt tú vita meira?

Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Mohr Niclassen
Petur Mohr Niclassen Stjóri
234 402 petur@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.