Íbúðir, Karlamagnusarbreyt 9, 188 Hoyvík

12 lyklaklárar arkitektteknaðar íbúðir verða nú bygdar niðarlaga á Karlamagnussarbreyt. Íbúðirnar eru millum 62 og 95 m2 til støddar (umframt altan og goymslurúm). Dentur er lagdur á at verja ímóti hørðu ættunum. Bygningurin verður bygdur sum eitt H, og dentur verður lagdur á at verja ímóti hørðu ættunum. Glastekja er á svalagongdini ovast. Flestu íbúðirnar eru ljósar og hava hornavindeygu. Íbúðirnar hava tvey rúmlig kømur, stórt baðirúm, køk og stovu í einum. Allir nútímans hentleikar eru í bygninginum so sum lyfta og ventilatión. Góð ljóðisolering er bæði inni í íbúðunum og ímillum íbúðirnar. Íbúðirnar eru bygdar eftir nýggju orkukrøvunum, ið tryggjar at orkunýtslan er minimal.

 




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Susan Brockie
Susan Brockie Ognarseljari og samskipari
Susan samskipar gerandisdagin hjá Skyn. Hon hevur ábyrgd av kundasamskifti, ger avtalur, savnar inn viðkomandi upplýsingar og tilfar í sambandi við keyp og sølu. Eisini ger Susan ymiskt sølutilfar, hevur ábyrgd av myndaviðgerð, og tekur sær somuleiðis av ymsum søluátøkum. Susan hevur eisini ábyrgdina av fleiri verkætlanunum, sum Skyn varðar av. Hon er við øðrum orðum høgguslokkurin, ið fær alt at hanga saman. Susan er útbúgvin miðlagrafikari og er eisini í holt við at taka akademiútbúgving innan marknaðarføring og leiðslu. +298 23 44 06 susan@skyn.fo
Heinta bústaðarlýsing

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.