Nýggj og ljós íbúð við góðari staðseting. Íbúðin er í niðaru hæddini, og er partur av íbúðarbygningi í tveimum hæddum við 14 eindum, ið stendur sera væl fyri í friðarligum umhvørvi. Skjótt er at spáka sær oman í miðbýin, ítróttarøkið í Gundadali, viðarlundina v.m.
Í íbúðini er gongd, køkur og stova í einum við karnappi, baðirúm, vaskirúm og 3 kømur. Eisini hoyrir terassa og skúrur til íbúðina.
Uttanfyri verður gott og hugnaligt felagsøki við skúrum, felags lyftu og ruskhús. Bygningurin hevur parkeringsøki við 14 parkeringsplássum, har hvør íbúð hevur eitt parkeringspláss. Umframt hesi eru tvey parkeringspláss til rørslutarnað.
Íbúðin verður upphitað við luft til vatn–hitapumpu. Eisini verður ein el-leiðing løgd út til parkeringsplássið hjá íbúðini, soleiðis at eigari hevur møguleika at seta løðistøð upp.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.