Íbúð 1.6, Sílagøta, Tórshavn

Nýggj og ljós íbúð við frálíkum útsýni. Íbúðin er í ovaru hæddini, og er partur av íbúðarbygningi í tveimum hæddum við 14 eindum, ið stendur sera væl fyri í friðarligum umhvørvi. Skjótt er at spáka sær oman í miðbýin, ítróttarøkið í Gundadali, viðarlundina v.m.

 

Í íbúðini er gongd, køkur og stova í einum við karnappi, baðirúm, vaskirúm og 2 ella 3 kømur. Eisini hoyrir altan og skúrur til íbúðina.

 

Uttanfyri verður gott og hugnaligt felagsøki við skúrum, felags lyftu og ruskhús. Bygningurin hevur parkeringsøki við 14 parkeringsplássum, har hvør íbúð hevur eitt parkeringspláss. Umframt hesi eru tvey parkeringspláss til rørslutarnað.

 

Íbúðin verður upphitað við luft til vatn–hitapumpu. Eisini verður ein el-leiðing løgd út til parkeringsplássið hjá íbúðini, soleiðis at eigari hevur møguleika at seta løðistøð upp.




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Jobin S. Drangastein
Jobin S. DrangasteinOgnarseljari
Jobin tekur sær av dagliga søluarbeiðinum, ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann er útbúgvin handilsatstøðingur, merkonom innan altjóða handil og marknaðarførslu, og harumframt hevur hann lokið prógv sum finansøkonom. Jobin leggur stóran dent á at veita bæði keypara og seljara eina góða tænastu, og at øll føla seg tryggan ígjøgnum alla tilgongdina.+298 23 44 05jobin@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.