Fastur
prísur

Íbúð 3.5, lon 4, á Fløtum, Tórshavn

Lon 4, sum er fjórða byggistig í íbúðarbygingini á Fløtum, er farin av bakkastokki. Talan er um fjølbroyttar íbúðir, ið nøkta ymiskan tørv alt eftir stødd á húski. Í bygninginum vera 32 smærri og størri lyklaklárar og nútímans íbúðir, sum eru úr 45 fermetrum upp í 116 fermetrar til støddar.


Íbúðirnar hava alt, sum húskinum tørvar og liggja væl fyri í einum livandi býlingi, sum er í rúkandi menning. Dámliga umhvørvið, har nógv fólk hava sína dagligu gongd, er í stóran mun byrjað at mynda býin. Alskyns hentleikar eru í økinum, so sum matvøruhandlar, dagstovnar, musikkskúli, fólkaskúli, miðnámsskúli og fjølbroytt frítíðarvirksemi, og við útbygda vegakervinum er skjótt at leggja leiðina út á Argir ella oman í miðbýin.


Talan er um íbúðir á ávikavist 45, 65, 85 og 116 fermetrar til støddar. 8 íbúðir eru av hvørjari stødd, og nógvar av íbúðunum hava framúr útsýni. Allar íbúðirnar hava stovu og køk í einum, baðirúm og 1 til 3 kømur, og eisini hoyrir altan til hvørja íbúð.


Ventilatión er í hvørjari íbúð, og bygningurin verður hitaður upp við fjarhita. Atkoma til íbúðirnar er umvegis trappugongd og somuleiðis er lyfta í bygninginum. Felagshøli er í lon 3, og harumframt er hugnaligt terassuøki í lon 2, eins og har vera tvey minni felagshøli í lon 4, ið eru vælegnað til ymisk ítriv o.a.


Hvør íbúðin fær eitt goymsluhøli aftan fyri bygningin. Harumframt eru fleiri grøn útiøki rundan um bygningin við uppihaldsøkjum, spæliplássi, grillplássi o.ø. Millum lonirnar er felags øki, har allir íbúgvar hava atgongd til felags hentleikar so sum vognskýli, ruskrúm og parkeringspláss.

Sí nærri kunning um ymisku íbúðirnar við at umbiðja sølutilfarið.

Nærri kunning um Eigarafelagið Íbúðir á Fløtum sæst á http://landavegur94.fo/




Vilt tú vita meira?

Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.

Petur Frank Holm
Petur Frank HolmSølu- og metingarfólk
Petur Frank er partur av dagliga søluarbeiðinum hjá Skyn. Petur Frank ger virðismetingar og sýnir ognir fram. Hann hevur lokið prógv sum finansøkonom. Petur Frank leggur stóran dent á at veita øllum kundum eina góða tænastu, og at øll føla seg væl og trygg í allari tilgongdini. +298 23 44 01peturfrank@skyn.fo

Bílegg framvísing

Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.

Vit kunnu ikki lova, at tað liggur fyri hjá eigaranum tá tú ynskir. Men vit gera okkara besta til at ganga tínum ynskjum á møti.