Talan er um 4 eigaraíbúðir í gerð, ið verða seldar lyklaklárar. Staðsetingin er góð, og útsýnið er gott.
Íbúðirnar eru innrættaðar soleiðis: Durur / gongd, tvey kømur, baðirúm, køkur og stova í einum, og somuleiðis er eitt vaskirúm / teknikkrúm. Uttanfyri er altan / terassa og skúrur við síðuna av íbúðunum, og somuleiðis eru fleiri felags parkeringspláss.
Íbúðirnar eru upphitaðar við ventilatiónshitapumpu.
Eisini eru tvey spennandi tilval, nú møguligt er at fáa sett upp eina el-løðistøð og sólsellur eftir nærri avtalu við byggiharra.
Umhvørvið er friðarligt og náttúruvakurt, og stutt er
millum annað til ítrottarøkið, handlar o.a.
Økið rundan um íbúðarbygningin verður gjørt liðugt móti sumri 2024.
Íbúðirnar verða væntandi klárar at yvirtaka í november 2023, men má ein keypari tola seinkingar fram til síðst í mars 2024.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.